Og vit takka fyri í ár........................

Onkuntíð verður sagt, at skjótt gongur tíðin, tá ið vit hava tað gott, spennandi og hugnaligt. Og soleiðis kennist tað at vera, nú bert fáar vikur eru eftir av hesum kvøldskúlavetrinum.  Tað er sum um, at tað bert er ein stutt stund síðani, at heimasíðan hjá Kvøld- og ungdómsskúlanum í Runavíkar kommunu opnaði, og hópin av fólk sótu alspent og gjøgnumgingu skránna og teknaðu seg til ymisku lærugreinirnar.

Eg havi tosað við bæði næmingar og undirvísarar í vetur, og sum eg skilji á øllum brøgdum, so er væl fingið av skafti. Alt hetta, ið er virkað og fingist frá hondum longu og myrku vertartíðina, skal nú fram í ljósið, so síggjast kann, hvat er komið burturúr.

Allar lærugreinar eru sjálvandi ikki soleiðis háttaðar, at nøkur ítakandi úrtøka liggur eftir. Tað er ikki lætt at sýna fram tær nýggju glosurnar, ið næmingar í føroyskum hava ognað sær. Heldur ikki er tað so einfalt hjá bønunum, ið hava gingið til talv í vetur, at sýna fram ymiskar verju- og álopsætlanir. Enn minni ber til hjá monnunum, ið hava gingið til hálvfína matgerð at greiða frá tí, ið smakkleykirnir hava verið fyri. Soleiðis kundi eg hildið fram, tí fleiri av lærugreinunum hava sum sagt ikki nakað fysiskt produkt at sýna fram.

Men galdandi fyri øll skeiðin er nokk, at tað hevur givið næmingum og undirvísarum nógvar fjálgar løtur við hugna, samahaldi og felagsskapi, ið ikki kunnu mátast ella sýnast fram. Hesi fjálgu minni eiga bert tey, ið tóku av møguleikanum í oktobur í fjør og settu seg fyri einum kvøldskúlaskeiði.

Við hesum fari eg at takka bæði undirvísarum og næmingum fyri kvøldskúlaveturin 2017-2018.        

Vinaliga, Hans Michael í Mittúni, kvøldskúlaleiðari